Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.
All day
8:20
-
15:45
Norðurlandahúsið
Tað hvørvur ikki av sær sjálvum
Tað hvørvur ikki av sær sjálvum
Ráðstevna um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi. Kynsligur ágangur móti børnum - hvussu kunnu vit aftur skapa trivna í gerandisdegnum? Barnaár við kynsligum ágangi kunnu leggja fót fyri ein gjøgnum alt lívið - hvussu vendir ein við til eitt lív ein ynskir at liva? Kynsligur ágangur og menningartarn - hvat kunnu vit gera fyri at minka um ágangin mót teim veikastu í okkara samfelag? Avleiðingar av seinárinum av kynsligum ágangi - hvussu kunnu vit sum samfelag hjálpa teim vaksnu, sum í barnaárunum hava verið fyri kynsligum ágangi Ráðstevnan skal geva íkast til upplýsing og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi. Tað gera vit við at bera fram og kjakast um vitan og gransking um ágang og ikki minst, hvussu vit basa hesum trupulleika. Ráðstevnan vendir sær til sálarfrøðingar, læknar, heilsufrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálparar, námsfrøðingar, lærarar, ymisk feløg t.d. ítróttar- og skótafeløg, samkomur, kirkjur, eins og foreldur og aðrar umsorganarpersónar. Fyriskipari: KRIS
Get tickets onMore information onAll day
19:30
-
20:15
Norðurlandahúsið
JÖRÐ
JÖRÐ
JÖRÐ er ein framførsla, ið samantvinnar films-, dansi- og tónlist. JÖRÐ endurhugsar menniskjans samband við náttúruna og okkara pláss í heiminum. JÖRÐ spinnur tematiskar træðrir úr náttúruni, norðurlendskum sagnum og kvinnuligum áskoðanum saman til sína egnu modernaðu mýtu. Verkið er ein heildarrúmsuppliving, sum ígjøgnum umfarsljóð, fleiri løg av uppvørpum og við trimum dansarum skal seta poppmentan og strippara-hælir upp í móti hvøssum gróti og brúsandi brimi. Verkætlanin er eitt listarligt samstarv millum Mariu Guldbrandsø Tórgarð (FO), Vár Bech Árting (FO), Lisen Pousette (SE), Tiia Kasurinen (FI) og Lil Lacy (DK/US). Endamálið við samstarvinum er at skapa list tvørturum landamørk og listagreinar. Verkið varð sýnt í Keypmannahavn í novembur 2022 sum eitt films- og ljóðinstallatiónsverk. Nú verður installatiónin endurskapað til eina framførslu við frumframsýning í Norðurlandahúsinum í Føroyum.

16:00
-
16:45

22:00
-
Høllin á Hálsi
Heystfest
Heystfest
Konsert í høllini á Hálsi við fleiri av Føroya fremstu bólkum, og solistum saman við húsaorkestri. Ein fest har møguleiki er at syngja við og dansa alt kvøldið. Fyrsti bólkur sum er kunngjørdur er RSP, fleiri verða kunngjørdir komandi tíðina. Start prísur er 300,- og er galdandi allan august.
Get tickets onMore information onAll day
19:00
-
Hotel Føroyar
Countrykvøld á Hotel Føroyum
Countrykvøld á Hotel Føroyum
Gerið tykkum klár at pussa kovboystilvarnar og durka dustið burtur av koboyhattinum, tí leygardagin 14. oktobur verður veistluhøllin á Hotel Føroyar karmur um eitt rimmar countrytiltak! Borðhald, tónleikaframførslur við Magna Christiansen og Halli Joensen, line dance og at enda dansur við Halli Joensen við bólki eftir borðhaldi.
Get tickets onMore information onAll day
19:00
-
20:30
Norðurlandahúsið
THE SOUL CATCHER - avdúking av nútíðar rándýrinum

Hvussu kanst tú koma tær úr klónum á einum narsissisti? Leikurin The Soul Catcher snýr seg um NPD - Narcissistic Personality Disorder, sum er eitt persónsórógv, samansett av vantandi innliving í kenslurnar hjá øðrum, oyðileggjandi sjálvsøkni, svikafullum ráðagerðum, jagstran eftir váttan og rósi og tránýtslu av øðrum menniskjum, sum kann hava vanlukkuligar fylgjur fyri tey, ið standa narsissistinum nær. Kemur tú í eitt samband við ein narsissist, kunnu fylgjurnar av hesum gerast álvarsamar. Aloftast tykist sambandið nærum dreymakent í byrjanini, men so broytist hetta so líðandi til at gerast til eina marru, har tú er blivin vavd inn í eitt kalt og manipulerandi spæl við love bombing, gaslighting og pity play. Tú umbroytist til ein boksibólt av kenslum og verður misnýtt av narsissistinum, sum tránýtir teg til at metta hansara ótømandi sjálvgleði. Hvat skal so til fyri at broyta hetta og koma tær úr klónum hjá narsissistinum? Tað er sera umráðandi at síggja og fata, hvat tað er, sum hendir í harðskapsraktum sambondum - at duga at síggja valdsspælið, sum fer fram. The Soul Catcher er ein ávaringarlúrur, ein verjuætlan og ein amboðskassi við amboðum, sum hjálpa tær at síggja og avdúka valdsstríðið. Við rámandi blanding av leiki, dansi, talu og nýskrivaðum elektroniskum tónleiki eggjar leikurin okkum at tosa um hetta evnið og at kjakast um vald, empati og persónliga ábyrgd. Gleð teg til ein hugtakandi og órógvandi leik um sálarligan harðskap, manipulatión og vald, og til at fáa eitt betri innlit í evnið!
Get tickets onMore information onAll day
20:00
-
21:10
Norðurlandahúsið
Einangran (FO) - Útgávukonsert - Vendir vindar

Einangran hevur júst givið út nýggju plátu teirra, ið kallast Vendir vindar. Í hesum gleðiliga sambandi, fer Einangran á pall í Norðlandahúsinum við bólki. Einangran eru Heiðrikur á Heygum og Lea Kampmann, ið eru sangarar og sangskrivarar, ið byrjaðu bólkin, tá tey sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn, tá koronufarsóttin herjaði og legði landið lamið frá mars 2020. Síðani hava tey saman smíðað nýggj føroysk løg og úrslitið gjørdist ein vøkur, akustisk LP, ið rúmar 12 sangir við tíðarleysum tónsetingum, ið stílfult blanda akustiskar og elektroniskum eindum. Plátan innheldur t.d, Hoyr mína rødd, Grátt og landapláguna, Kanska, ið vann heiðurin, besta føroyska lag í 2020 á FMA. Við sær á pall hava tey dugnaligu tónleikararnar, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak, Magnus Johannesen og Per Ingvard Petersen.
Get tickets onMore information onAll day
10:00
-
19:00
Norðurlandahúsið
BÓKADAGAR 2023
BÓKADAGAR 2023
BÓKADAGAR 2023 Í samstarvi við útgávufeløg, felagsskapir og rithøvundar bjóðar Norðurlandahúsið aftur í ár til Bókadagar, soleiðis at tey, ið kanska hava ein serligan tokka til bókmentir í Føroyum, fáa høvi at savnast.
Get tickets onMore information onAll day
19:00
-
Hotel Føroyar
Felags Jólaborð
Felags Jólaborð
Trý rimmar kvøld við forkunnugum mati, sangi frá Fríða Sigmundssoni, skemti við 4Fýrum og festligum tónleiki frá Jens Marna. Elisa Vang verður borðstjóri og Pætur á Borg spælir undir til borðhaldið. Galaksi spælir til dans eftir borðhaldið.
Get tickets onMore information onAll day
16:00
-
17:00
Norðurlandahúsið
Jóla- og familjukonsertin 2023
Jóla- og familjukonsertin 2023
Føroya Symfoniorkestur saman við barna- og ungdómskórinum Stella. Solistur: Mikkjal Davidsen Árligu jóla- og familjukonsertirnar verða í Norðurlandahúsinum 2. og 3. desember. Tríggjar konsertir eru á skrá, ein leygardag og tvær sunnudag. Konsertirnar eru eitt samstarv við musikkskúlarnar, og her fáa evnaríkir musikkskúlanæmingar høvi at royna seg í einum stórum orkestri á hægsta stigi.

14:00
-
15:00

18:00
-
Panorama
FAGNA NÝGGJA ÁRINUM 2024 Á PANORAMA
FAGNA NÝGGJA ÁRINUM 2024 Á PANORAMA
Kom við til eitt ógloymandi kvøld á Panorama við útsýni yvir allan býin. Panorama bjóða eitt serstakt kvøld við góðum mati og drekkivørum. Eisini er møguleikið fyri at gista á hotellinum. Kvøldið byrjar klokkan 18.00.
Get tickets onMore information onAll day
18:30
-
Hotel Føroyar
Feira nýggjárið í matstovuni Ruts
Feira nýggjárið í matstovuni Ruts
Við í pakkanum er: Champagne og forrættur, 5-rættars menu við vínið frá Ruts, kaffe/te & avec, champagne og petit four á takinum á miðnátt
Get tickets onMore information onAll day
19:00
-
21:30
Norðurlandahúsið
Nýggjárskonsertin 2024
Nýggjárskonsertin 2024
Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya bjóða tykkum til eitt satt tónleikaligt gildi við tveimum nýggjárskonsertum. Tónleikaskráin er undirhaldandi, álvarsom og nemur við alt kensluraðið við miklum verkum frá stórum komponistum. Nýggjárskonsertirnar bera, sum altíð, brá av veitslustemningi og hátíð.

21:00
-
23:20
Norðurlandahúsið
ABBA
ABBA
Til allar dansidrotningar, droymarar, vinnarar (og taparar) - finnið tykkara Money, Money, Money fram og takið ein kjans uppá hesa konsertina. Í 2024 eru 50 ár liðin, síðani ABBA vunnu Eurovision við lagnum “Waterloo”, sum síðani er kosið at vera besta lag í kappingini yvirhøvur. Sama ár góvu tey plátu út við sama heiti og fingu sítt altjóða gjøgnumbrot. Hetta fara vit at hátíðarhalda við stórfingnari konsert, har nakrir av okkara fremstu tónleikarum fara at forkela okkum við kendum løgum so sum Super Trouper, Knowing Me, Knowing You, The Winner Takes It All og fleiri afturat. So nú er at fara upp á ovastaloft og finna floyalsbuksurnar og plateuskógvarnar fram, og so hittast vit undir diskokúlunum. Mamma Mia! tað verður gott. Sangur: Edith Dahl Jakobsen og Ann Chanett Danielsen; gittari: Allan Tausen og Fríði Nordenskjold Bjørgvin; klaver: Bjarni Lisberg og Kristian Pauli Ellefsen; bassur: Kristoffer Mørkøre; trummur: Jan Rúni Poulsen. Konsertin er umleið 2 tímar og 20 minuttir íroknað steðg. Konsertin er ein standikonsert. Um onkur ikki klárar at standa og hevur tørv á at sita undir konsertini, vinarliga sig okkum frá í góðari tíð, so royna vit at reservera eitt pláss til viðkomandi.

Døgurði, konsert & Dansur við Hans Jacob Hjelm

27 Januar verður døgurðakonsert og dansur við Hans Jacob Hjelm og vinmonnum á Hotel Føroyum
Get tickets onMore information onAll day
19:30
-
21:40
Norðurlandahúsið
Várkonsertin 2024
Várkonsertin 2024
Í sambandi við várkonsertina vitja altjóða viðurkendur cellospælari og ein gestadirigentur Føroya Symfoniorkestur. Konsertin er samstundis ein heiðran av eysturríkska tónaskaldinum, Anton Bruckner, sum hevði fylt 200 ár í ár. Tað er somuleiðis fyrstu ferð, at symfoniorkestrið spælir eina Bruckner symfoni. Viðurkendi cellospælarin, Andreas Brantelid, framførir cellokonsertina hjá tónaskaldinum Antonín Dvořák. Catherine Larsen Mcguire, ið eisini stjórnaði orkestrinum í 2022, vitjar aftur og stendur á odda fyri orkestrinum.
Get tickets onMore information onAll day
16:00
-
17:00
Norðurlandahúsið
Barnakonsertin 2024
Barnakonsertin 2024
4.000 børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya størsta orkestur spæla barnakonsertir í Norðurlandahúsinum. Sjónleikarin, skemtarin og frásøgumaðurin, Jákup Dahl Wardum, fer saman við Føroya Symfoniorkestri at fortelja tykkum søguna um tubaina Tubbinu. Søgan snýr seg um eina tuba, sum spælir í orkestrinum. Tubain er troytt av allatíðina at spæla teir somu tveir tónarnar og ongantíð sleppa at spæla ein ordiligan melodi. Tubbina fer síðan á ævintýraferð, tí hon vil royna at spæla ein ordiligan melodi fyri fyrstu ferð. Súsanna Tórgarð hevur týtt søguna til føroyskt. Ein almenn konsert verður spæld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og ein almenn konsert verður í Norðurlandahúsinum. Haraftrat verða níggju konsertir spældar fyri barnagørðum og skúlum. Atli K. Petersen hevur útsett tveir nýggjari føroyskar sangir fyri symfoniorkestur og á skránni verða eisini onnur løg, sum tit ivaleyst hava hoyrt áður og kenna væl. Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu. Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Get tickets onMore information onAll day
19:00
-
21:00
Norðurlandahúsið
Her er de 2 andre
Her er de 2 andre
Hvat var tað, sum hendi, tá ið 3 næmingar á sjónleikaraskúlanum í Århus gjørdust ein landaplága, eftir at teir vóru partur av eini sjónvarpssending í 1980? Hetta kann nú upplivast í sýningini "Her er de 2 andre", ið er ein skemti- og tónleikasýning um Linie 3. Sýningin, "Her er de 2 andre", er ein erlig sjálvsmynd og afturlítan á stóru viðgongdina, ið Linie 3 hevur havt tey seinastu 40 árini. Áskoðararnir koma at enduruppliva fleiri av hæddarpunktunum gjøgnum árini og at uppliva nýskrivaðar tvírøður. Sýningin er eisini ein erlig og eym frásøgn um alt, ið hendi handan leiktjøldini. Undran, ørkymlan, kreppa, gleði og tár. Anders og Thomas halda ein reyðan tráð alt kvøldið og leiða áskoðararnar gjøgnum eina tónleikaliga og skemtiliga ferð yvir 4 áratíggju.

Stóra ólavsøkuborðið
Stóra ólavsøkuborðið
Seinasta freist at bíleggja borð til ólavsøkuborðið er 27. Juli á midnátt.
Get tickets onMore information on